Sider

lørdag den 19. oktober 2002

Eitt land á veg í kríggj

(Grein í Sosialinum 19. oktober 2002 undir teiginum »Teldubrævið«)

Mitt í miðlarokanum um snigskjúttan, sum hevur skotið tíggju tilvildarlig fólk, og mitt í valstríðnum undan miðleiðsvalinum, hevur ameriski forsetin George W. Bush fingið samtykt í bæði umboðsmannatinginum og senatinum stuðul til at brúka hervald ímóti irakiska einaræðisharranum, Saddam Hussein.

Í báðum kømrum í Kongressini var býtið umleið 75% fyri og 25% ímóti. Í flokkinum hjá forsetanum, republikanarunum, atkvøddu næstan allir fyri, men í hinum stóra flokkinum, hjá demokratunum, var býtið umleið helvtin fyri og helvtin ímóti. Fleiri miðlar siga tó frá ónevndum umboðsmonnum og senatorum úr demokratiska flokkinum, sum heldur vildu atkvøða ímóti, men av tí at val er fyri framman ikki tora tala ímóti kríggi ímóti Saddam Hussein, tí teir stúra fyri at hetta kann brúkast í valstríðnum, og at teir kunnu ákærast fyri ikki at standa saman við teimum, sum vilja verja Amerika ímóti fleiri yvirgangsatsóknum.

Tað eru ikki øll sum halda, at Saddam Hussein er nakar størri vandi. Tað er lítið at ivast í, at uttan Hussein var heimurin at betri stað; hann hevur brúkt evnafrøðilig vápn ímóti sínum egna fólki, og sagt er frá píning av andstøðingum í Irak. Men hetta er ikki nøktandi grundgeving fyri at fara í kríggj, og hevur heldur ikki verið brúkt. Sagt hevur verið, at Irak hevur ment ella er við at menna hópoyðingarvápn, men enn eru eingi prógv fyri hesum almannakunngjørd.

Fleiri viðurskifti benda á, at ein partur av orsøkini til, at forsetin so fegin vil hava avgerðina tikna nú um eina uppgerð við Saddam Hussein er, at hann vil forða øðrum evnum at verða viðgjørd í valstríðnum enn stríðið ímóti yvirgangi.

Bestu beinleiðis ábendingina fingu vit tá næsti politiski rágevin hjá forsetanum av óvart kom at avdúka, at hann í vár hevði sagt í framløgu fyri republikanskum valevnum til miðleiðsvalið, at teir skuldu royna tað teir kundu at fáa valstríðið at snúgva seg um stríðið ímóti yvirgangi, tí tað kundi gagna flokkinum.

Búskaparfrøðingar og amerikanarar sum heild eru samdir um, at búskaparstøðan er versnað síðani verandi forseti tók við. Arbeiðsloysi er vaksið, og stór fall á virðisbrævamarknaðunum hótta pensiónssparingarnar hjá fólki. Veljarakanningar hava víst, at amerikanarar stúra fyri búskaparútlitunum, og at fólk eru ótolin við forsetanum, sum tey vilja hava at gera nakað. Kanningarnar hava eisini víst, at amerikanarar hava stórt álit á forsetanum, tá tað snýr seg um verjuna av landinum og stríðnum ímóti yvirgangi, meðan fólk í størri mun halda at andstøðuflokkurin, demokratarnir, megna at bøta um viðurskifti hjá teimum arbeiðsleysu og pensionistunum og um búskaparstøðuna sum heild.

Samstundis er hent, at síðani talebanarnir ikki gera nógv um seg í Afghanistan meira, byrjaðu fólk at fáa størri áhuga fyri øðrum viðurskiftum aftur enn stríðnum ímóti yvirgangi. Í vár avvístu ráðgevar í Hvítu Húsunum, at ætlanir vóru um at leypa á onnur lond enn Afghanistan. Men í summar, tá áhugin fyri stríðnum ímóti yvirgangi var minkandi, byrjaðu ráðgevar hjá forsetanum spakuliga at tosa um álop á Irak, og nú eru vit komin so langt at samtykt er at fara í kríggj »um neyðugt«, sum tað eitur.

Framvegis verður bíðað eftir, at trygdarráðið hjá ST skal geva grønt ljós til at brúka vald ímóti Irak. Men forsetin hevur allatíðina sagt, at hann ikki letur ST avgera, hvussu Amerika verjur seg ímóti yvirgangi. Endin verður helst, at ST fer at taka undir við amerisku álopsætlanunum. Av tí at lítið er at ivast í, at amerikanarar fara at vinna á Irak, og at tað helst eisini verður rættiliga lættvunnið, fara helst mong lond at stuðlað amerikanarum beinleiðis og óbeinleiðis. Øll vilja vera við vinnandi partinum.

Harvið er mest sannlíkt at vit fáa eitt kríggj ímóti Irak, at hetta kríggj fær stóran stuðul, at kríggið verður lættvunnið, og at Saddam Hussein verður rikin frá valdinum í Irak.

Tað løgna er, at einans tosið um kríggj skal brúkast politiskt, tí kríggið sjálvt kemur ikki fyrr enn eftir valið. Saddam Hussein er neyvan stórur vandi fyri heimsfriðin, og hann hevur neyvan hópoyðingarvápn sum kunnu brúkast ímóti øðrum londum langt burturi.

Og aftaná kemur helst at síggja út sum at rætt var at fara í kríggj, tí stuðulin var stórur og sigurin lættvunnnin. Hetta hóast argumentini fyri at fara í kríggj vóru hóttan ímóti heimsfriðinum og hópoyðingarvápn. Og vit koma ongantíð at síggja hvat úrslit alternativini høvdu havt, um tað er at royna at senda vápnaeftirlitsmenn enn einaferð, ella bara at avtaka stongsilin av Irak og kanska stuðla andstøðuni í Irak.

lørdag den 8. juni 2002

HM-fepur

(Grein í Sosialinum 8. juni 2002 undir teiginum »Teldubrævið«)

So er HM í fótbólti rættiliga komið í gongd.

Vit hava upplivað tað so ofta fyrr. Og sum vit eru von við, aðru hvørja ferð eru HM-dystirnir keðiligar tíðir, soleiðis at ikki er lætt at hyggja. Tá HM verður hildið í Amerika, sum t.d. í 1994 í USA, eru dystirnir um náttina, tí klokkan hjá okkum er 7-9 tímar frammanfyri klokkuna har yviri. Hesa ferð er HM í Japan og Suður-Korea, og nú er klokkan hjá okkum 7 tímar aftanfyri klokkuna, har HM er. Sostatt noyðist man í staðin tíðliga upp summar dagar fyri at hyggja eftir fótbólti.

Leygarmorgunin sótu vit fimm mans og drukku morgunkaffi, meðan Danmark spældi sín fyrsta dyst, sum var ímóti Uruguay, og sum teir vunnu. Dysturin var so spennandi, at tá Danmark fekk málið til 2-1 var neyðugt at rópa hart, hóast man afturfyri varð skírdur sambandsmaður. Tað kann man saktans liva við ein dag, tá danska landsliðið hevur vunnið.

Eg eri ikki tað man rópar fótbóltsfanatikari. Eg tími ikki at hyggja eftir nógvum dystum, men eg vil kortini fegin vita hvør vinnur, og eg fylgi við fótbóltinum, sum var tað tíðindi. Eg vil vita úrslitini, og eru tey óvæntað, biði eg onkran, sum hevur sæð dystin, um viðmerkingar og analysu.

Danir eru sum vera man rættiliga spentir, og tykjast vónirnar eisini at vera rættiliga góðar. Vinna teir á Senegal í ovurmorgin (hósdagin 6. juni), eru teir so gott sum víðari til áttandapartsfinaluna. Hinvegin er ikki betur enn so statt, at vinna teir ikki á Senegal, men tapa ella spæla javnt, skulu teir rokna við at noyðast at vinna ávikavist spæla javnt ímóti heims- og europameistarunum úr Fraklandi í seinasta dystinum í bólkinum.

Næstan allir dystirnir í HM-kappingini, og í øllum førum allir dystirnir, sum Danmark kemur at spæla, verða at síggja annaðhvørt hjá Danmarks Radio ella hjá kappingarneytanum TV2. Øll í Danmark síggja hesar støðir. Stór ballada varð í fjør, tá onkrir dystir úr kvalifikatiónskappingini hjá Danmark einans vórðu vístir á TvDanmark, sum ikki øll síggja. M.a. varð ministarin kallaður í samráð í Fólkatinginum.

Millum fyrstu tíðindainnsløg plagar at vera, hvussu gongur við skaðunum hjá leikarum, sum fingu snuddir í seinasta dysti. Martin Jørgensen hevur havt steðg undan HM-kappingini vegna skaða, so hann spælir ikki heilan dyst enn. Framgongdin hjá honum er tíðindi. Í dystinum ímóti Uruguay fekk Stig Tøfting ilt í annan fótin, men tað gongur framá við tí, eisini tað er tíðindi. Peter Madsen var áhaldsin undir venjing og fekk ilt í knæið, tað er so tíðindi. Hetta er næstan sum tá Jeltsin ráddi fyri borgum í Kreml, og útvarpið dagliga segði frá kríminum hjá honum, ella um hann skuldi hava fleiri bypass skurðviðgerðir.

Summi ganga nógv, ja næstan bara upp í hagtøl. Hvør hevur gjørt flest HM-mál, hvør hevur spælt flest HM-dystir, gjørt flest mál í einum og sama HM-dysti, gjørt skjótasta mál í HM-dysti. Og sjálvandi, hvør hevur vunnið flest HM-heiti.

Longu seinasta dag í hesum mánaðinum er tað liðugt, og vit vita hvør verður heimsmeistari. So ganga fýra ár til HM-kapping verður aftur, tá verður tað í Týsklandi. Tíbetur er EM longu um tvey ár, so tað ikki verður alt ov leingi at bíða. Eitt gott at gleða seg til er, at um okkara leiðir verða dystirnir bæði í 2004 og 2006 vístir um kvøldið, tá fólk flest hava frí.

lørdag den 23. marts 2002

Cirkus Farum

(Grein í Sosialinum 23. mars 2002 undir teiginum »Teldubrævið«)

Tað var ætlanin, at hetta skuldi snúgva seg um stríðið sum hevur verið um nýggja Institut for Miljøvurdering og kontroversiella stjóran Bjørn Lomborg, sum har er settur. Men eitt annað mál kom í vegin: Tað gjørdist ov stuttligt í Farum.

So vit skulu til nakað heilt annað.

Fyrst nøkur fakta: Peter Brixtofte úr Vinstra varð borgmeistari í Farum aftaná kommunuvalið í 1989 og hevur sitið síðani. Á valinum 20. november í fjør fekk Vinstra 52.5 % av atkvøðunum og 11 av 19 sessum í býráðnum. Peter Brixtofte byrjaði sítt fjórða skeið sum borgmeistari við 4020 persónligum atkvøðum. (Í Farum vóru íalt 12174 fólk á vali.)

Fyrst í februar fór gølan á rull! Sum øll helst vita byrjaði tað við avdúkingum í B.T. um, at Peter Brixtofte drakk ómetaliga dýrt vín í arbeiðstíðini og lat kommunukassan rinda.

Samstundis kom fram, at samanblanding hevði verið av pengum hjá kommununi og fótbólsfelagnum Farum, sum er partafelag við m.a. Peter Brixtofte sum partaeigara. Tó var tað serliga tað dýra og nógva vínið, sum fjølmiðlarnir góvu gætur, tí tað er jú nógv stuttligari, at maðurin koyrir (býin) fullur.

Síðani kom eisini fram, at ikki stóð so væl til fíggjarliga hjá kommununi, sum Brixtofte hevði vilja verið við. Bókaðar vóru væntaðar inntøkur, og eitt stórt lán, kommunan hevði tikið, hevði býráðið ongantíð hoyrt um.

Beinanvegin eftir fyrstu avdúkingarnar í B.T. fór Brixtofte sjálvboðin í sjúkrafarloyvi, og hann skuldi vera burtur í tríggjar mánaðir. Stríðið um hvør skuldi vera borgmeistari byrjaði, og er í skrivandi stund ikki heilt avgjørt.

Varaborgmeistarin Per Edrén (120 persónligar atkvøður) var úr øðrum flokki (Konservative Folkeparti), og Brixtofte og Vinstra vildu ikki hava hann sum avloysara. Í staðin slapp ein triði, Henrik Jerger (85 atkvøður) úr Vinstra, at royna seg.

Jerger legði upp til samstarv við andstøðuna í býráðnum, og lovaði at kanna alt sum farið var fram. Hetta hóvaði nokk ikki Brixtofte, tí teir tríggir mánaðirnir gjørdust stuttir, Brixtofte broytti meining niðri á Lanzarote, har hann krógvaði seg, og kom heim aftur eftir einans eina viku. Harvið varð Brixtofte aftur borgmeistari.

Ikki vóru øll so fegin um hetta, heldur ikki partamenn Brixtofte. Skjótt fekk andstøðan tveir Vinstramenn í sín part og hevði meiriluta, og afturfyri gjørdist annar teirra, Erik Fuchs (86 atkvøður), nýggjur kandidatur at avloysa Brixtofte, so skjótt nýggi meirilutin hevði suspenderað Brixtofte.

Fuchs náddi at fara í miðlarnar at tosa um sínar ætlanir um, hvussu býráðsarbeiðið nú skuldi verða í Farum, og at vísa sjónvarpinum (og øllum Danmark) stólin, hann sat í, tá hann skrivaði undir avtaluna, sum skuldi gera hann til borgmeistara.

Um hetta reyp gjørdist ov nógv fyri onkran er ikki til at siga. Kanska hevur Brixtofte eina klemmu á læknan, sum hevur arbeitt fyri Farum Boldklub. Ella lat hesin seg bara lokka við borgmeistaraketuni. Í øllum førum gekk einans gott og væl eitt samdøgur, so var sætti borgmeistarin í stutta tíð klárur. Brixtofte fekk læknan Paul Wachtell (162 atkvøður) úr Borgaralistanum, sum var í andstøðumeirilutanum, at skifta síðu og fara í part við restini av Vinstra, sum annars var í minniluta. Soleiðis hevði Brixtofte aftur meiriluta í sínum parti. Partur av avtaluni við Wachtell var, at Wachtell skuldi vera borgmeistari, meðan kanningar fóru fram.

Málið var tó ikki liðugt við tí. Sama kvøld svaraðu tey aftur úr minnilutanum, sum framvegis vildi verða meiriluti. Teimum vantaði einans ein úr Vinstra, so tey skutu upp at Lars Carpens (70 atkvøður) úr Vinstra skuldi verða borgmeistari. Tey royndu at freista vinstramenn og lumpa Wachtell.

Tað var soleiðis hesar dagar, at man vaknaði og hugdi á tekstvarpið fyri at vita, hvør í løtuni stóð at skula avloysa Brixtofte. Eftir at hava hugsað seg um boðaði Carpens tó frá, at hann helt fast við avtaluna, sum Vinstra hevði við Wachtell, og at hann ynskti ikki at gerast borgmeistari. Kanska tí hann hugsaði um, hvørjum teir, sum vóru farnir ímóti Brixtofte, komu út fyri.

Samstundis sum ein røð av borgmeistarakandidatum hava bjóðað seg fram at loysa Brixtofte av er nevniliga komið fram, at hesir heldur ikki hava havt heilt reint mjøl í posanum. Fjølmiðlarnir hava havt rættiliga lætt við at fáa innlit og fáa fatur á upplýsingum um avloysarakandidatarnar hjá skiftandi meirilutum í Farum býráði. M.a. kom fram at Fuchs hevði fingið mista inntøku endurgoldna frá kommununi fyri at fara til jólafrokost. Um hetta segði Brixtofte, at einki skal krógvast í Farum.

So enn situr Brixtofte, eins og hann hevur gjørt meginpartin av tíðini. Í morgin mikudag skal býráðið gera av, um hann skal suspenderast, og hvør so skal loysa hann av.

Higartil hava sjey nøvn nevnd sum borgmeistarar ella komandi borgmeistarar. Nógv hava harumframt bjóðað seg fram, men ikki fingið meiriluta.

Hevur andstøðan givið skarvin yvir, ella kemur eitt áttanda navn? Finna tey kanska okkurt um Wachtell? Hann hevur arbeitt fyri Farum Boldklub. Hvussu fekk hann løn?

--------

Ískoyti aftaná: Longu áðrenn valið dagin eftir av Wachtell til borgmeistara, varð aftur nýggjur kandidatur avtalaður, Carpens úr Vinstra. »Cirkus Farum« helt fram. Og tað gjørdist ikki neyðugt at leka nakað belastandi um Wachtell.