Sider

lørdag den 14. oktober 2006

Broytið so §266b, bispur hevur givið sítt vælsignilsi!

(Grein í Sosialinum fríggjadag 13. oktober 2006)

Blaðmaðurin roynir at krógva tað niðast í greinini. Og í mansjetttekstinum endurgevur hann bara tað sum bispur sigur talar ímóti at broyta antidiskriminatiónsparagrafina.

Í Sosialin í gjár er samrøða við Hans Jacob Joensen, bisp, um happing av samkyndum í Føroyum og eina møguliga broyting av antidiskriminatiónsparagrafini. Bispur vil helst ikki nevna fleiri bólkar í paragrafini, men sigur eisini,
Um tað (verja samkynd ímóti happing, fe) ikki kann gerast á annan hátt, so kundu vit helst skoytt »kynsligur samleiki« uppí lógina.

Góðu tingmenn, tað er upp til tykkum at meta, um tað er neyðugt at broyta antidiskriminatiónsparagrafina. Men tað er í øllum førum greitt, at Føroya bispur, burtursæð frá nøkrum praktiskum lógartekniskum argumentum, sum ikki er hansara fakøki, einki hevur ímóti at kynsligur samleiki er við í paragrafini.

So eingin orsøk at óttast Guds dóm (tað er fakøki bisp) – einans veljarans, men har vil eg mæla tykkum til at lurta eftir Hergeiri Nielsen!

Vinarliga Flóvin Eidesgaard, Vanløse