Sider

tirsdag den 3. maj 2011

Fer fíggjarnevndin at pissa í buks?

Fyri minni enn tveimum árum síðani var fíggjarpolitikkurin í Føroyum millum heitastu kjakevni. Landsstýrið arbeiddi við tí sum bleiv ólavsøkupakkin, sum innihelt bæði vakstrartiltøk og sparitiltøk.

Allur heimurin var raktur av ógvusligari búskaparkreppu, eisini Føroyar. Landsbankin skapti ótta í fíggjarmálaráðnum og politisku skipanini við eini útmelding sama vár sum segði, at føroyska kredittvirðið stóð uppá spæl, um undirskotið á fíggjarlógini fór uppum 500 mió. Framskrivingar tá vístu eitt hall uppá 800 miljónir. Fíggjarmálaráðið arbeiddi við at finna sparingar uppá 300 miljónir.

Tíbetur eru aðrir búskaparfrøðingar í Føroyum enn Landsbankin. Johnny í Grótinum kallaði metingina hjá Landsbankanum fyri "forferdiligt tvætl". Tvørturímóti helt Johnny, at kredittvirði landsins kundi fáa óbøtaligan skaða, um landsstýrið - "í andsøgn við alt búskaparligt vit og skil" framdi ein kontraktivan fíggjarpolitikk, meðan privati eftirspurningurin var í minking. Johnny helt, at landið kundi hava eitt hall uppá íalt tvær miljardir eftir tveimum árum meðan bíða var eftir at heimsbúskapurin aftur fór at vaksa.

"Kredittvirði" er eitt nokk so luftigt hugtak, men tað sum liggur í tí er rentan, sum landið skal rinda fyri tey lán sum landið tekur. Moody's ger eina rating av kredittvirðinum hjá ymsum londum, og her eru Føroyar farnar eitt stig niður. Enn er tó ikki staðfest, at rentan er farin upp.

Ikki er lætt at vera føroyskur politikari við ábyrgd fyri búskapinum. Men eg haldi utmeldingarnar hjá Johnny í 2009 vóru við til at gera at politikarar besinnaðu seg. Tá búskaparfrøðingar eru ósamdir, hvønn skal man so lurta eftir? Samanborið við teir búskaparfrøðingar sum arbeiða við greiningum í sínum dagliga arbeiði eri eg amatør. Men eg vil vísa á eini fakta og nakrar eygleiðingar.
  • Við verandi uppskoti til fíggjarkarmar við ætlanini um aftur at hava javnvág á fíggjarlógini í 2015, vil samlaða hallið árini 2009-2015 vera tvær miljardir.
  • Royndirnar úr øðrum londum vísa, at stór hall á fíggjarlógini og stór skuld geva hækkandi rentu. Lond í Europa við trupulleikum eru m.a. Grikkaland, Írland og Spania. Men royndirnar frá hesum londum vísa eisini, at ógvusligar sparingar á fíggjarlógini (Grikkaland og Írland) ikki forðar rentuni at fara í topp. Hinvegin er rentan hjá Spania ikki hækka líka nógv, og Spania hevur ikki framt ógvusligar sparingar sum Grikkaland og Írland.

Marknaðurin krevur hægri rentu, tá lond hava stór undirskot á fíggjarlógini. Men tað hjálpir opinbart ikki uppá rentuna at gera ógvuslig tiltøk, og eitt nú skerja almennar tænastur, sum eru týdningarmiklar fyri vøksturin í framtíðini. Tað er sum at pissa í buks fyri at halda hitanum. Og hetta verður gjøgnumskoðað á marknaðinum.

Rentan er tann veruliga royndin av kredittvirðinum, tí tá eru tað tey sum læna Føroyum pengar, sum meta um váðan við hesum láni. Ein meting hjá Moody's er júst tað: bara ein meting. Men her er mín illgruni, at talan ikki er um eina búskaparmeting hjá Moody's, men heldur búskaparmetingar hjá Landsbankanum sum Moody's hevur gjørt um til bókstavar á teirra ratingstiga.

Føroyski búskapurin er aftur í vøkstri, og tekin eru um økjandi vøkstur. Fremur løgtingið ógvusligar sparingar á komandi fíggjarlógum vil tað geva nógv lægri vøkstur komandi árini. Tann vøkstur sum skal brúkast at rinda skuldina aftur kemur at mangla. Samstundis flyta fólk av landinum, og færri eru eftir at rinda skuldina. Hetta vita tey sum skulu veita Føroyum lán. Ein føroyskur búskapur í vøkstri gevur betri kredittvirði enn ein stagneraður búskapur.

Nú er ikki tørvur á at pissa í buks. Nú er tørvur á at halda høvdið kalt.

Ingen kommentarer: