Sider

onsdag den 4. januar 2012

Sjey vikur við ABDH: Makt elvir til avmakt

Eg skrivaði her um ein post hjá Súsannu Mortensen 14. nov. 2011 á facebook:
Tað er ræðandi at hoyra avmaktina úr Tinganesi. Samgonganskjalið lovar meira enn tað klárar at halda og gjøgnumføra. Nú hava Jørgen Niclassen og Kaj Leo Johannesen fingið maktina. Tað vandamikla er, tá ið teir ikka makta uppgávuna og maktin blívur til avmakt. Og avmaktin hoyrdist úr Tinganesi í dag. Jørgen Niclassen biður fólk arbeiða yvir, har onki arbeiði er og Kaj Leo Johannesen biður fakfeløgini tiga. Hetta er dagur 1.

Súsanna skrivar eisini 26. nov:
Nú byrjar avmaktin so smátt at vísa sítt grima andlit. Hetta er dagur 13: Fólkaflokkurin koyrir fjølmiðlarnar á dyr

Men vit sóu meira av hesum 30. nov:
Hetta er dagur 17: Tingmaður hóttir aðalstjóra

Og meira sama dag:
"Um blokkstuðulssamráðingarnar ikki bera á mál, so fara at mangla einar 150 til 200 milliónir í. So skulu teir pengarnir finnast onkra aðrastaðni í skipanini, og tað kann umroknast til eini 300 almenn arbeiðspláss"
(Løgmaður við Rás 2)

Og Dimma skrivar 8. des:
Starvsfólk í Fíggjarmálaráðnum og avvarðandi stovnum hava fingið tænastuboð frá Jørgeni Niclasen.

Og 23. des. 2011 vóru tað tey sum mótmæltu:
Løgmaður hartar fakfeløg og politisk ungmannafeløg (portal-grein)

Og tveir dagar seinni skrivar portalurin, at løgmaður skjýtir við skørpum eftir stjórum í tryggingarfeløgum:
"Í nógvum førum hava teir ikki ánilsi av, hvat teir gera"

Ingen kommentarer: