Sider

torsdag den 9. februar 2012

Arbeiðir stjórnin fyri fólkið ella fyri útvaldar vinnufyritøkur?

Áhugaverd grein í Politiken um at bjarga virðunum, sum undanfarna borgarliga danska stjórnin hevur avreitt til útvaldar danskar vinnufyritøkur:
Det var en ulige kamp. Feje hold. På den ene side af bordet sad hele A-kæden fra Esplanaden. På den anden side sad Bendt Bendtsen
Allerede da aftalen blev indgået, advarede de økonomiske vismænd, olieeksperter (...) mod aftalen, der ikke alene var et brandudsalg, men samtidig ville forhindre fremtidens Folketing i at justere aftalen. Som Bendtsen dengang malerisk udtrykte det, ville han »beskytte A.P. Møller mod, at man senere sætter malkemaskinerne på«.
Det er derfor komplet uforståeligt, at de borgerlige partier, der har hovedansvaret for dette gigantiske brandudsalg af nationale værdier, igen sætter A.P. Møllers interesser over skatteydernes ved at bekæmpe en genforhandling.

Hetta ljóðar ræðandi kent frá føroyska kjakinum um fólksins ogn, fiskatilfeingið:
  • Allir óheftir búskaparfrøðingar mæla til eina skipan sum er til gagns fyri landið og samfelagið og fólkið. Men Fólkafl og tey sum eru hoppað uppá teirra falslæru tosa bara um at tryggja vinnuna. Sum um tað gagnar landinum.

Men støðan í Føroyum er faktisk uppaftur verri:
  • Øðrumegin borðið situr øll fiskivinnan. Og Fólkaflokkurin. Og fiskimálaráðharrin og svágurin. Hinumegin situr Kaj Leo, sum eisini skal halda saman uppá samgonguna. (17. februar: Hetta var skrivað meðan Bigge var inhabilur. Nú er eingin fólksins megin borðið longur.)

Spurningurin vit skulu spyrja er: Arbeiðir landsins stjórn fyri fólkið, ella fyri útvaldar vinnufyritøkur? Tí har er eitt mótstríð, sum ikki slepst undan!

Ingen kommentarer: