Sider

tirsdag den 21. februar 2012

Ein til tín og ein til mín

Pallborðsluttakarar:
  • Jens C. Olsen, Føroya Fiskamarknaður
  • Jógvan Gregersen, Vaðhorn Seafood
  • Johannes M. Olsen, P/F Eysturoy
  • Annfinn Olsen, Framherji
  • Kaj Leo Johannesen, løgmaður
  • Jacob Vestergaard, landsstýrismaður við fiskivinnumálum
  • Jóhan Dahl, landsstýrismaður við vinnumálum
  • Kári Mikkelsen, orðstýrari

Úr grein í Dimmu 20. februar 2012 um kjakfund á Toftum har m.a. kjakast var um, hvussu fiskatilfeingið skal býtast.

Annfinn Olsen, stjóri í Framherja, vísti á, at tær mongu íløgurnar, sum pelagisku reiðaríni hava gjørt eiga at tryggja, at tey framhaldandi fáa sín stóra part av kvotuni.
Sjálvur havi eg gjørt íløgur í júst hendan fiskiskapin. Nú er minni av sild og svartkjafti, so samlaða kvotan er ikki so nógv størri enn hon var, segði hann.

Hans Andrias Joensen, stjóri í Thor í Hósvík, helt ikki, at tað var nøkur orsøk til at gomlu pelagisku reiðaríini fáa sjálvskrivaðan rætt til makrelin undir Føroyum. Eftir hansara meting var talan um eitt tilfeingið, sum ikki hevur verið í slíkum nøgdum fyrr, og tí eiga aðrir eisini at fáa burtur av.

Jóhannes Martin Olsen, sum varar av fýra línuskipum, sum felagið Eysturoy eigur, førdi eisini fram, at tað er ikki annað enn rímiligt, at eisini línuskipini fáa part í makrelkvotuni.

Bjarni Petersen, reiðari og skipari á Artic Viking spurdi umboðini fyri landsstýrið um teir ikki halda, at rækjuskipini ikki eisini eiga at fáa endurgjald, tí tey missa meira og meira av kvotum í fremmandum sjógvi, orsaka av makrelinum.
Vit mistu í fjør og vit missa aftur í ár, so eg vil bara halda, at vit eiga at fáa eitt sindur afturfyri, segði hann.

Landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, hevur sagt, at kvotan helst verður ásett í hesi vikuni, men so skal kvotan býtast.
Tað arbeiðið eru vit í gongd við at fyrireika, men meira fái eg ikki sagt nú, segði landsstýrismaðurin.

Eigarin av fiskatilfeinginum, Føroya fólk, luttók ikki á fundinum, har vinnuliga og politiska valdið løgdu saman ráð, hvussu tey skuldu fáa og deila fólksins ogn sínamillum.

Hermann Oskarsson royndi at lýsa Hvussu virkar korrupsjónin? á sínum bloggi.

Ingen kommentarer: