Sider

fredag den 9. marts 2012

Dupultur vinningur -- ella trýdupultur?

Ola Flåten, norskur professari í tilfeingisvinnubúskapi, hevði fyrilestur á ráðstevnuni "Fólksins ogn ella ?" í Norðurlandahúsinum 2. mars 2012. Ola Flåten tosaði m.a. um tilfeingisgjald, og vísti á ein av ágóðunum við tilfeingisgjaldi: Double dividend. Her er yvirlit yvir fyrilesturin hjá honum:

Glæra 2 til fyrilestur hjá Ola Flåten.

Aftaná ráðstevnuna og fyrilesturin hjá Ola Flåten, skrivar Dimma um hetta:
Nógv atlit eru at taka sambært norska fiski­vinnu­ser­frøð­inginum, um vit skulu hava eina burðardygga fiski­vinnu­­fyrisiting. Hann mæl­ir m.a. til at lata fiskastovnarnar koma fyri seg og taka atlit til sonevnda tvífaldan vinn­­ing. So kunnu før­­oyingar kanska gera sum norðmenn og stovna ein grunn, sum minnir um norska Oljugrunnin.
(...) Samstundis heldur Ola Flaat­en at vit skulu ansa eftir tvífaldum vinningi. Tað merkir, at fiskiskapurin skal kasta av sær til tann, sum rekur fiskiskapin, og til myndugleikarnar og sam­­felag. Í tí sambandi er høvi eisini at taka atlit til aðr­­ar partar av samfelag­n­um, og hann nevnir kvinn­ur, lokalsamfelag og mann­ing.

Eg haldi ikki tað kemur heilt greitt fram í Dimmu, men hesin dupulti vinningurin, ella dupulti ágóðin, gongur út uppá, at
  • í fyrra lagi skaðar tað kappingarførið í vinnuni, um landið letur tilfeingið ókeypis til fiskivinnuna. Hetta skyldast, at tilfeingisrentan økir kostnaðin í vinnuni og skapar yvirkapacitet. (Fyri summi er kanska ein hjálp at lesa um Tilfeingisrentu og tilfeingisgjald.) Og
  • í øðrum lagi vil uppkrevjing av vanligum skattum, sum skulu brúkast til at fíggja almenna raksturin, avlaga virksemið, sum tað rakar, og hetta hevur sostatt ein avlagandi kostnað.

Avlagandi kostnaður í búskapinum kann koma av nógvum orsøkum, har skatting er ein. Tá tað almenna skattar virksemi á einum annars vælvirkandi marknaði, uppstendur eitt tap, sokallað deyðvektstap, tí keypari og seljari á marknaðinum missa samanlagt meira, enn tað provenu, sum skattauppkrevjingin gevur. Hetta skyldast, at virksemi á marknaðinum broytist, avlagast, orsakað av skattinum. Vit siga ofta stutt, at leggur man skatt á eitthvørt, so minkar umsetningurin av hesum sama.

Tilfeingisgjald broytir somuleiðis virksemið í vinnuni. Men her er talan um virksemi, sum við ókeypis fiskirættindum longu er avlagað (og harvið øktur kostnaður og vánaligt kappingarføri, sum nevnt omanfyri), og tilfeingisgjaldið rættar so at siga uppaftur eina avlagaða vinnu.

Og her kemur double dividend inn: Við at umleggja vanligar skattir við avlagandi kostnaði til tilfeingisgjald, ber til bæði at økja kappingarførið í fiskivinnuni umframt at fíggja almenna virksemið á ein hátt, sum samanlagt hevur við sær minni avlagandi kostnað.

Lesur man á wikipedia um optimalan skatt, stendur:
Most governments take revenue which exceeds that which can be provided by non-distortionary taxes or through taxes which give a double dividend. Optimal taxation theory is the branch of economics that considers how taxes can be structured to give the least deadweight costs, or to give the best outcomes in terms of social welfare.

Ola Flåten kom inn á hetta móti endanum á sínum fyrilestri, og vísti eisini á, júst sum er viðgjørt omanfyri, at tað hevði gagnliga ávirkan fyri bæði fiskivinnuna og almenna búskapin:

Glæra 28 til fyrilestur hjá Ola Flåten.

Ola Flåten setti fram eitt roknidømi um, hvussu tilfeingisgjaldið kundi koma í staðin fyri aðrar skattir. Hann brúkti eina hálva miljard -- 500 mió kr -- sum dømi (Hermann Oskarsson hevur mett, at talan helst eigur vera um eina heila miljard), og Ola Flåten hevði uppskot um, hvussu tað kundi krevjast inn, umframt hvørjar skattir tað kundi koma í staðin fyri:

Glæra 35 til fyrilestur hjá Ola Flåten.

Ola Flåten nevnir fýra ymisk gjøld, sum samanlagt geva eina hálva miljard. Hetta kann koma í staðin fyri ein sættapart av persónsskattainntøkunum hjá landi og kommunum. Ella í staðin fyri allan vinnuskatt, allan ognarskatt og helvtina av sosialum gjøldum (m.a. Samhaldsfasti).

Nú er ikki líka mikið, hvussu man krevur tilfeingisgjald inn, hvar man leggur gjald á og fyri hvat. Eg haldi tað var ein veikleiki við fyrilestrinum, at Ola Flåten ikki gjørdi meira við hetta, og eg royndi at spyrja inn til hetta, men helst var spurt nakað ógreitt, tí svarið var ikki til tann setta spurningin.

Fyrsti hátturin Ola Flåten nevnir, at gjald skal rindast í mun til útflutningsvirðið, vil virka sum eitt avgjald á fiskaarbeiði í Føroyum, tí fiskaarbeiðið økir útflutningsvirðið. Ein annar máti er, at gjaldið verður lagt á sjálva tilfeingisnýtsluna, t.e. á fiskirættindini, antin gjald pr fiskidag, ella gjald pr kilo.

Verður tilfeingisgjaldið lagt á fiskidagar, eggjar tað til effektivari -- skjótari -- fiskarí. Avleiðing av tí kann verða, at fleiri íløgur verða gjørdar í skipini, so veiðiorkan í verandi flota økist. Verður gjaldið hinvegin lagt á fiskaða nøgd, sum gjald pr kilo, eggjar tað fiskivinnuni í størri mun at fáa meira burtur úr hvørjum kilo, og at kostnaðurin av at veiða hvørt kilo skal minka. Tá vinnan fremur støðuga produktivitetsøking (at fáa meira fyri minni) og veiðuorkan tí leypandi skal minkast tilsvarandi, vilja dagagjald ella kilogjald hava ymiska ávirkan á vinnuna. Sostatt fremur tað heilt ymiska tillagingina av flotanum, um tilfeingisgjald verður lagt á fiskidagar ella á kvotur.

At tilfeingið í dag verður latið fiskivinnuni ókeypis hevur við sær, at vinnan oyðslar við tilfeinginum. Eitt tilfeingisgjald, og serliga um tað verður roknað eftir nøgdini (vekt) av fiski, vil sostatt viðvirka til, at fiskivinnan fer at menna nýggjar dýrari vørur enn tað vit síggja í dag. Eydnast tað, kann man helst í staðin fyri dupultan, tosa um trýdupultan vinning.

Ola Flåten metti annars, at árliga virði av føroyska fiskatilfeinginum -- í mun til fólkatal ella búskap -- er líka stórt sum virði á norska oljutilfeinginum. Hann nevndi tí eisini møguleikan, at øll tilfeingisgjald fóru beinleiðis í ein grunn, sum gjørdi íløgur uttanlands, og avkastið frá íløgum fór til pensjónir hjá føroyingum í framtíðini.

Glæra 32 til fyrilestur hjá Ola Flåten.

Fyrimyndin er norski Pensjónsgrunnurin, sum er nýggja navnið hjá oljugrunninum.

Ingen kommentarer: