Sider

fredag den 23. marts 2012

Eru góð ráð dýr?

Búskaparráðið staðfesti í januar 2006, at:
Er búskaparpolitikkurin skilagóður, so kunnu Føroyar tola sveiggj innan fiskivinnuna og harvið gjaldoyrainntøkunum, uttan at allur búskapurin fer á heysin.

Búskaparráðið ávaraði í december 2006:
Føroyski búskapurin er í hákonjunkturi. Hetta er komið av innlendskum eftirspurningi. Vinnan hevur í stóran mun økt sín fíggjarliga váða.

Búskaparráðið mælti eisini í december 2006 frá at lata skattalætti í 2007 og 2008 (sum annars varð avtalað í samgonguskjalinum frá 2004).

At fylgja hesum ráðum varð avvíst av Bárði Nielsen, fíggjarmálaráðharra, sum í samrøðu við Sigmar Bláberg í útvarpinum vísti til, at samgongan hevði gjørt rætt við skattalætta í 2005 og 2006.

Kanska var tað hetta sum gjørdi, at Búskaparráðið hvesti tónan. Í øllum førum skrivaði ráðið í oktober 2007:
tað er burtur úr vón og viti at stimbra búskapin enn meira.
Men tá hevði Bárður longu stungið í sekkin. Magni Laksafoss hevði tikið yvir í Fíggjarmálaráðnum og hann vildi rætta kósina.

Tað komiska er nú, at Magni mátti fara úr Búskaparráðnum, tá hann gjørdist landsstýrismaður í fíggjarmálum. Magni hevði also verið ein av teimum sum høvdu ávarað ímóti fíggjarpolitikkinum í 2006 og 2007. Og í politisku skipanini vóru fleiri sum vóru firtin av, at Magni, ein sambandsmaður í Búskaparráðnum, skuldi fílast at Bárði, einum sambandsmanni í fíggjarmálaráðnum. So nú høvdu fleiri sett sær fyri, at Magni skuldi í hvussu er ikki fáa tað lætt. Sostatt bleiv tað ein forðing fyri at rætta fíggjarpolitikkin, at tað var Magni sum mælti til tað. Hetta søgdu fólk í politisku skipanini, sum eg tosaði við í 2007.

So tað er nokk skeivt at siga tað er komiskt. Hetta er heldur rættiliga tragiskt. Men soleiðis gruggar politikkur búskaparkjakið.

Og so kundi man eisini farið aftur til 1980-ini og endurgivið frá Statsministeriets rådgivende Udvalg vedrørende Færøerne (SUF er hóskandi stytting). Tað er ikki bara suff, men heldur gys. (Jonhard Eliasen gjørdi einaferð eina frálíka samling av endurgevingum frá Rådgivende Udvalg, eg skal royna at finna tað fram til lesarar av hesum bloggi.)

Ríkiligt av búskaparfrøðingum hava ávarað.

Tann sum av onkrari orsøk ikki ynskir at fylgja skilagóðum tilmælum kann rættiliga lætt lata vera við at hoyra ávaringarnar. Ikki allir búskaparfrøðingar fáast við at meta um aktuella konjunkturstøðu, aðrir fáast við onnur búskaparlig viðurskifti, so tann sum ynskir tað kann helst eisini finna onkran búskaparfrøðing sum ikki ávaraði og tí kann fáa skyldina, tá tað er gingið galið.

Ingen kommentarer: