Sider

tirsdag den 17. april 2012

Krugman: Europeiskt búskaparligt sjálvmorð

Undir yvirskriftini Europe's Economic Suicide skrivar Paul Krugman um skilaleysa búskaparpolitikkin í Europa, serliga Euro-økinum, har tað almenna er sett at spara í fleiri londum, har lágkonjunktururin rakar harðast í forvegin, og hildið verður aftur í teimum londum, sum hava best ráð at seta meira ferð á fyri at hjálpa hinum úr kreppuni.

Mítt hjartasuff (ella illsinnisgleps) á facebook var hetta:
Hetta kundi verið ein kreppa sum allar aðrar, bara eitt sindur djúpri og kanska eitt vet drúgvari, men annars tað sama sum so ofta fyrr. Tí er tað ein stór tragedia, at tað er skeivur kreppupolitikkur, sum skapar hesa vanlukku.
Rentuhækking hjá ECB síðsta summar var væl timað til at steðga framgongdini í búskapinum og fallinum í arbeiðsloysinum, sum akkurát var byrjað. Og so sóu vit hvussu sparipolitikkurin hjá nývalda Cameron vendi framgongd til afturgongd. Og tá tað var prógvað, at tað ikki riggar, so velja spaniólar eina borgarliga stjórn sum lovar at royna tað sama. Fólkið hevur sjálvt valt, men hevur betri uppiborið kortini.
Øll tey lærdu sum standa á odda í ECB og í stjórnunum í Europa hava av óforstáiligum orsøkum blakað alt tey hava lært til viks. Hóast øll data í hesi kreppu hava víst, at vanligu amboðini rigga sum lærubøkurnar siga. Men man hevur hildið seg til moralprædikur, heimaráð og lummafilosofi, sum ongantíð hevur riggað. Tað er ein fallitterklering fyri tey sokallaðu klóku!
(Ja, búskaparkjakið og politikkurin í Føroyum hava havt allar teir somu ingrediensirnar, herundir eisini at fara til eina borgarliga stjórn, og skeiv ráðgeving.)

Eg skal í seinni grein greiða nærri frá teimum viðurskiftunum, eg her nevni. Talan er um greinar, sum hava verið ávegis eina tíð nú.

Ingen kommentarer: