Sider

torsdag den 10. maj 2012

Føroyskur vinnupolitikkur ímóti føroyskum áhugamálum

Eli Brimsvík skrivar á vágaportalinum:
Er vinnumálaráðharrin veruliga so lítið at sær komin, at hann tekur avgerð eftir útsøgn frá einum virki. Eg má siga, at eg øtist.

Soleiðis hevur tað altíð verið í føroyskum vinnu- og fiskivinnupolitikki. Landsstýrismenn í vinnu- og fiskivinnumálum hava ongantíð spurt, hvat samfelagið, búskapurin sum heild og fólkið fáa burtur úr. Tað er ikki komið teimum til hugs, at teir umboða øll.

Jacob Vestergaard segði enntá í røðu á Havstovuni, tá stjóraskifti var, at hann umboðar ikki tey, sum rinda honum løn (Føroya fólk) men vinnuna. Soleiðis kundu vit lesa í miðlunum um røðuna hjá honum:
í almenna rúminum kann tað meira enn so koma fyri, at tann yrkisbólkur, ið landsstýrismaðurin umboðar, ikki altíð er á einum máli við boðskapin, ið Havstovan kemur við.
(Sosialurin 1. mars 2010 - krevur kotu.)

At landsstýrismenn soleiðis mótarbeiða føroyskum áhugamálum eru vit so von við, at eingir journalistar vaknaðu, og eg sá eingi fólk skriva heldur, at her var ein maður, sum Føroya fólk rindaði løn til og fúla pensjón omaná, men sum opið viðgekk at hann mótarbeiddi føroyskum áhugamálum.

Ingen kommentarer: