Sider

søndag den 13. maj 2012

Hvussu nógvar miljónir kostar tað?

Jørgen Niclasen hevur lagt uppskot fyri Løgtingið, ið, sum Fíggjarmálaráðið skrivar,
hava til endamáls at skapa størri greidleika í samband við skatting av inntøkum, ið stava frá sigling og arbeiði á landi uttanlands

Týdningarmestu broytingarnar eru, at grein 25 b frádrátturin hækkar frá 92 000 kr til 150 000 kr, samstundis sum samdøgursfrádrátturin verður tikin av, og at norska "Folketrygden" kann dragast frá í skatti í Føroyum.

Eingin kostnaðarmeting fylgir við kunningini frá FMR, ið einans er hatta tíðindaskriv, sum link er til omanfyri. Eg veit ikki, um kostnaðarmeting er við í tilfarinum til Løgtingið. Men FMR skrivar at enda, at
Ein avleiðing av uppskotinum verður, at onkrir borgarar koma at gjalda nakað meir í skatti enn teir gera í dag, meðan aðrir koma at gjalda nakað minni.

Eg havi roynt at seta hetta uppá frymil og havi roknað uppá tað í rokniarki, men eg fái ikki kurvarnar at krossast, soleiðis at nakar rindar meira enn í dag. Faktisk fái eg tað til, at við teimum skattaprocentum sum eru í Noregi (skattur og Folketrygd) og sum er fyri grein 25 b í Føroyum (35 pct), fer allur skattur sum í dag kemur inn frá grein 25 b at detta burtur. At nýtulka Folketrygd til at vera skatt í staðin fyri sosialt gjald ger føroyska frádráttin størri enn føroyska 25 b-skattin, óansæð hvat inntøkan er, soleiðis sum eg skilji kunningina hjá FMR. Tvs. eg finni ongi -- verulig ella fiktiv -- dømi um borgarar, ið koma "at gjalda nakað meir í skatti enn teir gera í dag", men einans dømi um persónar sum rinda skatt í dag sum ikki longur skulu rinda skatt til føroyaska landskassan eftir broytingina.

So galið kann tað ikki vera, so eg rokni við at eg havi misskilt okkurt við hvat broytingin inniber, og vónandi kann FMR vísa á dømi um inntøku (møguliga alt eftir tal av døgum burturi), ið gevur sum úrslit, at skatturin til landskassan hækkar.

Og tað má annars vera minstakrav til viðgerð av slíkum máli, at FMR eigur koma við eini meting av kostnaðinum fyri landskassan av hesi broyting.

1 kommentar:

roisp sagde ...

Hugsar tú bara um at onkur skal gjalda meir í skatt ??
Hugsa heldur um at gera tað nemmari fyri tey í spræna útlendskan kapital inn í hetta neyðars land !