Sider

søndag den 6. maj 2012

Javnaðarflokkurin nýggjan fiskivinnupolitikk

Aksel V. Johannesen, form. í Javnfl segði í røðu á landsstevnu í Skopun 5. mai 2012:
Vit skulu hava eina nýggja fiskivinnuskipan.
Eina fiskivinnuskipan, ið tryggjar okkara høvuðsvinnu góðar og støðugar karmar at virka innan, og sum byggir á lívfrøðiliga og búskaparliga burðardygd, og har atgongdin til vinnuna á ein ella annan hátt verður meira marknaðarbaserað enn hon er í dag.
Hetta kann venda gongdini í okkara høvuðsvinnu, sum í dag í stóran mun er merkt av stagnatión, til eina dynamiska vinnu við framburði.
Vit mugu tryggja, at manningar við føroyskum fiskiførum fáa løn eftir føroyskum sáttmálum.
Gjald fyri fiskirættindi skal ikki verða eitt politiskt ásett kilogjald. Tað skal tryggjast við lóg, at hetta ikki fer av óbýttum, so tað verður fiskimaðurin sum skal rinda hetta. Útróðrarflotin eigur heilt at sleppa undan tilfeingisgjaldi.

Hetta var Eyðun Johannesen, form. í Eysturoyar Javnaðarfelag og fyrrv. næstform í Føroya Fiskimannafelag ikki nøgdur við, og hann ávaraði um, at hetta merkir at fiskimenn fáa minni burturúr. Hann var tvær ferðir á røðarapallinum um hetta sama. Jón Brian í útvarpinum hevði eisini samrøðu við hann um kvøldið.

Eyðun setir tað ov einfalt upp. Tí tilfeingisgjald er ikki einans eitt gjald, sum verður tikið frá einum støðugum virði á framleiðsluni, men er eisini við til at skapa tann dynamikkin sum fer at gera framleiðsluna effektivari, so virðisøkingin verður størri. Nakað meira fer at koma burtur úr samanlagt, so vinnan fer ikki at missa so nógv, hóast gjaldast skal til samfelagið fyri rættin at gagnnýta tilfeingið. Økti dynamikkurin fer at merkja skjótari tillaging av vinnuni, sum merkir at nøkur mugu skifta til aðrar vinnur, men eisini, at sannlíkt er meira eftir í part til tey sum verða verandi í vinnuni. Í miðal.
(Sum er nú, er rættiliga ymiskt, hvussu nógv kemur burturúr í ymsum skipabólkum, so tað vil vera ymiskt, hvussu ein skipan við meira marknaðargrundaðari atgongd til tilfeingið vil raka skipabólkar. Tað fer at vera javnari, tí bestu loyvini verða dýrari at rinda fyri.)

Aftur til Javnfl. Atfinningarnar hjá Eyðun gjørdu helst, at hetta fekk meira umrøðu nú enn tá tað var ein nýggjheit. Talan er um eina samtykt frá september í fjør, sum varð umrøtt nakað á portalinum, og annars ikki tað stóra. Her er brot úr tí, sum Javnfl samtykti á landsstevnu:
Ein (búskaparliga) burðardygg fiskivinna fær mest møguliga virðisøking burturúr fiskatilfeinginum. Økt kapping í fiskivinnuni er besti háttur at tryggja, at mest møgulig virðisøking fæst burturúr.
(...) Javnaðarflokkurin mælir til eina skiftistíð soleiðis, at fiskivinnan er lívfrøðiliga burðardygg í seinasta lagi í 2015, og at økt kapping og gjald fyri nýtslu av øllum fiskatilfeingi kemur í gildi eftir 1. januar 2018.
(...) At fiskatilfeingið er ogn Føroya fólks eigur eisini verða staðfest við, at eingi rættindi verða lutaði út ókeypis.
Síðsta brotið vísir, at formaðurin ikki fylgir samtyktini, tá hann mælir til, at útróðrarflotin skal sleppa undan tilfeingisgjaldi. Í hasum flokkinum sleppa fólk tó at siga hvat sum helst, so tað fær neyvan nakrar avleiðingar fyri formannin.

Ingen kommentarer: