Sider

fredag den 11. maj 2012

Public disservice

Er tað krav fyri at fáa starv á tíðindadeildini í Kringvarpinum, at man ikki dugir at hugsa sjálvur? Og skal man heldur einki vita ella minnast? Ella er tað bara nakað sum hjálpir?

Kritikleys mikrofonhald fyri landsstýrismenn. Høvuðskelda til teirra vitan tykist vera landsstýrisins viðmerkingar til lógaruppskot. Einki research úr veruleikanum ella óheft faklig vitan. Tað er normurin. Og nú eri eg troyttur av tí!

Í gjárkvøldið Jacob Vestergaard um 1 kr í avlát fyri at undirgrava sáttmálar á arbeiðsmarknaðinum og Finnur hevði ikki ein kritiskan spurning. Landsstýrismaðurin segði, at avgerðin er ikki endalig, og so helt Finnur kanska, at alt var gott? Eru onnur lond, har stjórnin beinleiðis eggjar til at arbeiðsmarknaðarsáttmálar ikki skulu virðast -- og hvørji eru tey lond? Finnur kundi sum minimum gjørt eina samanbering við vestureuropeisk lond sum hava havt avbjóðingar av bíligari eystureuropeiskari arbeiðsmegi, men tað kennir hann kanska ikki til, hóast Danmark er eitt av teimum fyrrnevndu.

Í dag Johan Dahl sum vil sleppa undan útbjóðing og uttanum marknaðarkreftir, tí tað er lættari, og vinnan kann tjena meira pengar (ja tað trýr fanin, tá hon sleppur undan kapping), men Sigmar segði ikki eitt orð um, hvat samfelagið og búskapurin samanlagt og fólkið fáa burturúr, hóast tað er fólkið sum rindar lønina og fúlu pensjónina hjá Johan Dahl. (Ja, fólkið rindar eisini lønina hjá tær, Sigmar.)

Og eisini í dag Karsten Hansen um at játtanin til heilsuverkið er kroyst m.a. tí eingin lønarkompensatión er á fíggjarlógini fyri lønarhækkanir, men Høgni nevndi ikki eitt orð um at fíggjarkarmarnir frá síðsta vári ásettu, at fíggjarlógin skulu justerast við evt. lønarhækkan. Er eitt ár ov leingi at minnast, Høgni?

Og so var tað formanskjakið týskvøldið. Ikki eitt orð um at Landsstýrið hevur snýtt við útrokningunum so 40 mió í lønum mangla aftur í 2013. Og tá andstøðan, sum hevur lisið annað enn uppskotið hjá Landsstýrinum, royndi at tosa um vakstrarpolitikk í staðin fyri sparipolitikk (sum hevur spælt fallitt aðrastaðni) skilti Bogi ikki ein gang, at tað var í staðin fyri og helt, at tað má sparast allíkavæl. Hevur Bogi ikki lisið nakað annað enn fíggjarkarmauppskotið frá Jørgen?

Landsstýrið hevur opið viðurkent, at tey arbeiða ikki fyri Føroya fólk. Men tað ger Kringvarpið opinbart heldur ikki. Og tað tykist ikki koma teimum til hugs heldur, og tað er veruliga trist.

Ingen kommentarer: