Sider

lørdag den 12. maj 2012

Teir skalta og valta

Dimma hevur 10. mai 2012 samrøðu við Poul Riiskjær Mo­gensen, formann í Trans­parency Internatio­nal Dan­mark, um mátan samgongan býtir makrelin uppá:
Hetta minnir um eina umsitingarliga delegatión av rættindum. At ráðharrar soleiðis fáa delegeraðan ein rætt at umsita pengar kann koma fyri. Men ráð­harrin skal altíð kunna greiða frá, eftir hvørjum ásetingum pengarnir verða brúktir. Tað kemur eisini fyri í Danmark, og ofta er ónøgdin stór í andstøðuni. Tá stendur ráðharrin seg altíð best við at leggja øll kortini á borðið. Men tað er einki at ivast í, at nú føroyski landsstýrismað­urin hevur fingið so nógvar pengar at umsita, krevur tað eitt sera strangt eftirlit

Endamálið við Transparancy International er, sum tey sjálvi siga, at arbeiða fyri at styrkja samfelagið at standa ímóti korruptión.

So spurningurin vit seta okkum er sjálvsagt, hvussu landsstýrismaðurin grundgevur fyri makrelbýtinum. Men tað sama spyr Jón Brian í útvarpinum í gjárkvøldið, har hann brúkar hoyringssvarið frá Fiskivinnuráðnum, ið í sínum svari vísir á, at tað er ómøguligt at viðgera eitt uppskot til hoyringar, tá ongar grundgevingar eru fyri nøkrum í uppskotinum. Her er svarið frá Jacob Vestergaard í útvarpinum:
  • "Tað er ikki vanligt, at tú hevur útgreiningar og forkláringar..."
  • "Tað er landsstýrismaðurin við kunngerð sum býtir, og tað er tikið atlit til ymisk viðurskifti í býtinum, tað er tað sum kunngerðin myndar..."
  • "Fiskivinnuráðið hevur fingið eitt býti at taka støðu til og gera viðmerkingar til (men ongar grundgevingar)..."
  • "Okur hava gjørt tað uppá ein skilagóðan máta..."
  • "Okur hava tikið ymisk atlit, og so hava okur hugt eftir, hvussu okur uppá ein skilagóðan máta býta makrelin, og tað halda okur at okur hava gjørt. Man kann sjálvsagt hava ymisk atlit í niðurskrivaðum teksti ella ikki..."
  • "Fiskivinnuráðið hevur væl argumentir fyri hví tey halda sum tey halda. Tey hava fingið tølini (uttan argumentir)..."
  • "Okur hava tikið atlit til ymisk viðurskifti..."
  • "Okur hava hildið, at hatta er eitt hóskandi tal..."

Lat okkum siga akkra sum er: Talan er um korrupta skaltan og valtan við fólksins ogn og hetta svansið eigur verða steðgað í stundini!

Í øllum hesum er eitt sum undrar meg: Hvussu gongur fyrisitingin við til at fremja slíkt svans við fólksins ogn? Í eini hvørjari skipan læra fólk, hvussu man ger, fyri at koma fram. Er tað karrieruskipanin í miðfyrisitingini sum ger at embætisfólk vilja vera í hesum korrupta svansinum?

Ingen kommentarer: