Sider

torsdag den 7. juni 2012

Kim Hansen um Jørgen og Corydon og Sosialin

Kim Hansen, tryggingarfrøðingur, skrivar á facebook um broytingina í skatting av pensjónum, sum er partur av uppskotinum til skattareform, sum danska stjórnin hevur lagt fram, og sum Jørgen Niclasen pástendur er eftir føroyskari fyrimynd. Her er endurgeving av tí Kim skrivar:
Jørgen sigur:
Hóast landsstýrið er hartað, eisini av dønum, fyri okkara broyting at skatta pensjónir við inngjald, so vil danska stjórnin nú fylgja okkum við at skatta kapatalpensjónir við inngjald.

Bjarne Corydon sigur:
Fradragsretten for indbetalinger til kapitalpension, herunder supplerende engangsydelser i pensionskasser, ophæves med virkning fra 2013. Der indføres samtidig en ny pensionsopsparingsordning, hvorpå der årligt kan indskydes op til 27.600 kr. uden fradragsret, men hvor udbetalingerne til gengæld er skatte- og afgiftsfri. Afkastet af indeståendet foreslås beskattet med 15,3 pct. efter pensionsafkastbeskatningsloven.

Corydon tosar um frádratt og Jørgen tosar um skatting. Munurin er at skatting við inngjald, merkir at tey hágløntu kunnu skora ein skattagevinst, Corydon fjernar hettar við at fjerna frádráttin, meðan Jørgen varðveitir hann, um enn í minni mun enn áðrenn, umframt at hann hækkaði skattin hjá teimum lágløntu, ið bert høvdu ráð til kapitalpensjón. Corydon fjernar also bara frádráttin fyri kapitalpensjón, meðan rata og lívrenta varveita sín frádrátt. So onki er hettar á nakran hátt nøkur føroysk loysn, men bert ein manipulerandi lygn úr FMR.

Eirikur Lindenkov skrivar í oddagrein í Sosialinum:
Um tað veruliga er satt, sum Jørgen Niclasen sigur, at Bjarne Corydon og danska stjórnin nú herma eftir Jørgen Niclasen og Føroya Landsstýri, so mugu fakfeløg og andstøða bíta høvdið av allari skomm! Um Bjarne Corydon og Helle Thorning-Schimdt leggja seg skerfløt fyri Jørgen Niclasen, so passar tað sum Kaj Leo so ofta hevur sagt, at »okkurt gera vit rætt«.
Men um tað ikki passar, sum Jørgen Niclasen sigur, so støðan eins álvarsom, tí ein fíggjarmálaráðharri má ikki siga ósatt.

Hettar er væl eitt tað nærmasta man kemur journalistiskum dovinskapi! Skjóta eftir serfrøðini og fakfeløgum og biðja tey skamma seg, tí alternativið er at vit hava ein fíggjarmálaráðharra, ið lýgur, bert tí hann sjálvir ikki tímir at leita upp orðið "kapital" í einum almennum teksti, ið hann finnur innan 1 min um hann tímir, er sku øll hansara skomm!

Ingen kommentarer: