Sider

fredag den 12. oktober 2012

Búskaparfrøðiligt skil er á veg fram

Sambært Financial Times á forsíðuni í gjár ávarar IMF ímóti tí skaða sum sparipolitikkurin hevur við sær í nógvum londum:
The IMF warned earlier this week that governments around the world had systematically underestimated the damage done to growth by austerity.

Hetta kemur eftir nýggjasta frágreiðingin hjá IMF hevur staðfest, at kontraktivur finanspolitikkur hevur tálmað búskaparvøksturin væl meira enn væntað var:
Activity over the past few years has disappointed more in economies with more aggressive fiscal consolidation plans, suggesting that fiscal multipliers used in making growth forecasts have been systematically too low. This relationship holds for different components of GDP, the unemployment rate, and forecasts made by different institutions. (s. 43)

IMF hevur staðfest, at meira kontraktivan politikk lond hava ført, meira hevur búskapurin gingið verri enn framskrivingar væntaðu. Út frá hesum kemur IMF fram til, at:
These results suggest that actual fiscal multipliers were larger than forecasters assumed.
(...) earlier analysis by the IMF staff suggests that, on average, fiscal multipliers were near 0.5 in advanced economies during the three decades leading up to 2009.
(...) If the multipliers underlying the growth forecasts were about 0.5, as this informal evidence suggests, our results indicate that multipliers have actually been in the 0.9 to 1.7 range since the Great Recession. This finding is consistent with research suggesting that in today’s environment of substantial economic slack, monetary policy constrained by the zero lower bound, and synchronized fiscal adjustment across numerous economies, multipliers may be well above 1. (s. 43)

Hetta er av sonnum áhugavert. Men í veruleikanum er hetta als ikki óvæntað, sum IMF nú er komið fram til. Skeivu framskrivingarnar eru ábending um, at IMF hevur ikki havt stýr uppá sína grundleggjandi makroøkonomisku teori. Tað er sum um IMF hevur gloymt, at finanspolitikkur virkar ymiskt, alt eftir hvussu búskaparkonjunkturarnir eru, men tað hevur IMF nú staðfest og ásannað.

IMF hevur verið fyri nógvum atfinningum frá serliga universitetsbúskaparfrøðingum. Ein teirra, Jonathan Portes, leiðari á NIESR, staðfestir á sínum bloggi, at IMF ásannar tey tóku feil. Hann tulkar nýggja boðskapin hjá IMF soleiðis:
the Fund is saying: "DeLong et. al. were right; we were wrong"

Á sínum bloggi roynir Simon Wren-Lewis, professari á Oxford, og sum er við í hópinum, sum hevur fingið rætt, at greiða nærri frá hesum. Tað er eitt sindur tekniskt at endurgeva, men hesin setningurin uppsummerar tað væl:
In most cases it was not because we had undertaken a superior analysis of the empirical evidence. Instead we were thinking about basic macroeconomic theory.

Brad DeLong, sum leggur navn til hetta stríðið fyri einum øðrum búskaparpolitikki enn tí, sum hevur rátt nógvastaðni síðani kreppan byrjaði, skrivar á sínum bloggi:
The IMF's extremely welcome and praiseworthy marking-to-market of its views on the multiplier--that the multiplier is large when monetary policy is at its zero lower bound, and consequently that IMF counsel over the past three years that the costs of an immediate shift to fiscal austerity were small were wrong--provides an opportunity to restate the central conclusions of DeLong-Summers: "Fiscal Policy in a Depressed Economy".

Samanumtikið er hetta ein ásannan av, at staðfestingarnar og tilmælini í Manifest fyri búskaparfrøðiligum skili hava verið púra rætt. (Tíbetur fyri okkara fakliga umdømi hava eisini fleiri føroyskir búskaparfrøðingar frá byrjan av argumenterað fyri búskaparfrøðiligum skili, sum eg eisini havi víst á í grein.)

Paul Krugman, professari á Princeton staðfestir á sínum bloggi, hvat er tað avgerandi nýggja:
the key game changing finding from the IMF report is that activity over the past few years has disappointed more in economies which were implementing aggressive fiscal consolidation plans than those that weren’t. Which means the contractionary effects of fiscal consolidation are substantially bigger than policy makers were assuming.

Tí hetta hevur týdning fyri, hvat er rætti politikkurin í búskaparkreppuni. Og tað er eisini tað, IMF viðgongur:
We thought the impact of fiscal consolidation on growth would be relatively small. We got it wrong.

Teir búskaparfrøðingar, sum eg havi endurgivið, eru allir óheftir universitetsbúskaparfrøðingar. Teir sum man eisini burdi havt mest álit á. Men kortini eru tað embætisverk og áhugafelagsskapir og bankar, við ávísum ætlanum og áhugamálum, sum hava dominerað búskaparkjakið í almenninginum. Eisini í Føroyum, har Búskaparráðið ikki hevur verið nóg dugnaligt, men er fallið í somu grøv, sum eg áður havi víst á. Ella sum eg skrivaði í Dimmu í apríl:
Tað hevur síðani tá (2009-frágreiðingin hjá Búskaparráðnum) virkað, sum hvør einasti journalistur í Føroyum hevur sum fortreyt fyri hvørji einastu samrøðu við politikarar um búskap, at hallið á fíggjarlógini er orsøkin til at vandi er á ferð, og ikki øvugt.

Tað hevur verið veruliga frustrerandi, ein tung mótbrekka, at argumentera ímóti ráðandi búskaparligu hugsanini -- sum hevur verið skeiv og ógrundað, ella í hvussu er ikki grundað í búskaparfrøði.

Búskaparfrøðingarnir, sum eg havi endurgivið, rósa IMF fyri at viðganga, at tey hava mistikið seg. Financial Times staðfestir, at meira avgerandi er, hvat politiska valdið nú fer at siga:
The question is, what will the political elite do with this knowledge?

Eftir hesa nýggju ásannina hjá IMF er sera spennandi um tað fær avleiðingar fyri búskaparpolitikkin í serliga Europa, m.a. í Bretlandi og Spania, ið sum eg áður havi verið inni á, eru á skeivari kós.

Men man skal helst ikki vænta, at tað broytist nakað í Føroyum. Maðurin sum var fíggjarmálaráðharri undir fyrru ABC situr nú sum formaður i fíggjarnevndini og er minst líka treiskur, sum hann manglar skil uppá búskap. Løgmaður skilir ikki mun á nominellum og reellum búskaparvøkstri, so hann gongur og billar sær inn at øll verðin (ella var tað bara Europa) øvundar føroyingum fantastiska búskapin -- sum fólk í hópatali rýma úr. Og fíggjarmálaráðharrin arbeiðir ímóti einum amerikanskt inspireraðum ideologiskum projekti um at niðurlaga ikki bara vælferðarsamfelagið, men samfelagið.

Ingen kommentarer: