Sider

fredag den 14. december 2012

Føroyar behøvast ikki hava Landsbankan

Týdningurin av sjálvstøðugum Landsbanka í verandi líki er yvirvurderaður. Men nakrar funktiónir eru neyðugar fyri føroyska samfelagið.

Man kann saktans tala skilagott fyri samanlegging av almennum stovnum, eisini har Landsbankin er ein. Men uppskotið hjá fíggjarmálaráðharranum er als ikki nóg gott. Heldur ikki við teimum ískoytum og broytingum (og broyttu grundgevingum), sum eru komnar aftaná framløguna og síðani øll hoyringssvar mæla frá. Tað er stórur vandi fyri, at hetta endar sum við eini aðrari samanlegging hjá fíggjarmálaráðharranum, SamVit, har byrjast mátti heilt forfrá við Ferðaráðnum, nøkur fá ár seinni, tá fólkið var rýmt og nógv vitan horvin. Kringvarpið sum ófyrireikað samanlegging av Útvarpinum og Sjónvarpinum er eisini dømi um at fyrireiking er neyðug fyri væleydnaðari bygnaðarbroyting.

Tað rætta hjá samgongutinglimum at gera er at fella uppskotið um avtøku av Landsbankanum, og tey trý fylgiuppskotini. Í staðin kann verða álagt landsstýrismanninum saman við teimum stovnunum sum tað rakar at fyrireika eina fullfíggjaða ætlan fyri, hvar ymsu funktiónirnar skulu liggja: Gjaldsstova, Landsbanki, Bankaeftirlit, Tryggingareftirlit, Grunnaeftirlit, Fíggjarmálaráð, TAKS, Búskaparráð, Hagstova, og møguliga Fróðskaparsetrið. (Møguliga, tí eg haldi vanlig búskapargreining sum Búskaparráðið ger eigur liggja har hagtølini eru, t.e. á Hagtovuni, eins og í Íslandi, og ikki á Fróðskaparsetrinum.)

Hetta kann vera klárt at leggja fyri Tingið aftur í heyst og fremjast til 1. januar 2014. Kanska endar tað við, at Landsbankin fær fleiri funktiónir enn í dag. Ella færri. Men færri stovnar eru eitt skilagott mál, og verður tað gjørt rætt, vil tað geva sterkari faklig umhvørvi. Við fyriliggjandi uppskotum verður úrslitið veikari faklig umhvørvi.

Ingen kommentarer: