Sider

onsdag den 5. december 2012

Vinnupolitikkur for dummies

Løgtingið viðger broytingar í treytunum fyri alivinnuna og hvør kann vera partur av alivinnuni.

Fá ár síðani man gjørdi broytingar seinast. Ad hoc broytingar so hvørt sum okkurt hendir, sum ikki er dámt. Oftast er tað tó forútsigiligar hendingar.

Útlendingar hava gjørt íløgur, tá tað var lagaligt fyri útlendingar. Nú strammar man treytirnar. Tvs. útlendingar keypa undir einum liberalum regime, har prísurin harvið er relativt hægri, men tvingast at selja, meðan prísurin er relativt lægri.

Av røttum skuldi landið givið hesum útlendsku íleggjarum endurgjald. (Ikki tí eg haldi tað er rætt, men fyri at undirstrika, hvussu ófantaligt, politiska skipanin arbeiðir.)

Og so er tað fiskivinnupolitikkurin, sum man í 2007 samdist um ikki var nóg góður, tí hann viðførdi stóran váða í vinnuni og spekulatión við fólksins ogn. Man segði upp fiskiloyvini við tíggju ára freist. Men í fimm ár hevur ikki eydnast at finna eina nýggja skipan, og nú fimm ár seinni vil stórur partur av politisku skipanini aftur til ta skipanina.

Samanber við privatiseringar, sum ikki komu longur enn í helvt ella triðing.

Og núverandi broytingar í alipolitikkinum verða ikki tær seinastu ad-hoc broytingarnar. Tað er komið fram undir viðgerðini, at tað eru konkretir trupelleikar í eini ávísari fyritøku, sum man -- við orðum landsstýrismansins: "roynir at bøta upp fyri sum frægast".

Hetta er vinnupolitikkur for and by dummies! Hetta er bara enn eitt dømi um, at føroyska politiska skipanin fæst við nakað, hon ikki hevur skil fyri: kapitalismu og vinnu.

Hetta er ikki ein máti at føra vinnupolitikk? Føroyar hava uppiborið betri.

Ingen kommentarer: