Sider

tirsdag den 8. januar 2013

Dýri blokkurin

Útvarpið fortelur, at Ríkisveitingin er seinkað. Orsøkin er, at ivi var um hækkingina (prístalsreguleringina) tí semja var ikki í samgonguni, og danska stjórnin fekk ov seint boð úr Føroyum.

Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambfl, veit sambært portalinum at siga,
at orsøkin til, at landsstýrið svaraði so seint, er eitt stríð um vald í samgonguni, har ósemja er um ríkisveitingina.
- Summi brúka ríkisveitingina sum jarnbrot til at trýsta ávís mál ígjøgnum politisku skipanina, vísir Edmund Joensen á.
Hann væntar eisini, at ríkisveitingin aftur nú fer at verða brúkt í politiskum trýsti, áðrenn veitingin skal samtykkjast í Løgtinginum í vár.

Hasar átta milliónirnar árliga í hækkaðari ríkisveiting kunnu sostatt vísa seg at verða Føroya fólki dýrar. Fær Fólkafl sín vilja í fiskivinnupolitikkinum afturfyri, sum Edmund helst sipar til (hoyr hann greiða frá her), so er kostnaðurin 125 ferðir so stórur, ella eina miljard um árið.

Fer Føroya Løgting at forera fólksins ogn (og eina miljard um árið) burtur fyri átta miljónir í ríkisveiting? Er nakar, sum kann forklára roknistykkið hjá sambandsfólki?

Ingen kommentarer: