Sider

torsdag den 10. januar 2013

Eru føroyingar nakrir toskar? Ella er tað fiskurin?

Eftir hvørja PISA-kanning (tær hava verið í 2000, 03, 06, 09 og 2012) gevur OECD á frammanundan ásettum degi í december árið eftir út tey fyrstu úrslitini í frágreiðing. Seinni koma serligar frágreiðingar, sum grava niður í serstøk áhugaverd evni, sum ikki koma við í fyrstu frágreiðingina.

Seinasta umfar sum úrslit eru frá er sostatt 2009, tá heili seks bøkur (ella ein frágreiðing í seks pørtum) kom burtur úr við bara fyrstu úrslitunum. Í fjórða partinum/bókini av 2009-frágreiðingini, ið hevur forsíðuheitið "What Makes a School Successful?", byrjar samanfatingin við:
in some of the high-performing countries that have very few natural resources, such as Finland, Singapore and Japan, education appears to have a high status at least in part because the general public understands that the country must live by its human resources, which depend on the quality of education. (s 103)
Also: í summum londum, sum hava góð úrslit í PISA, og hava lítið av náttúrutilfeingi, verður útbúgving høgt mett, m.a. tí fólk skilja, at landið má liva av menniskjaliga tilfeinginum, og at tað krevur dygdargóða útbúgving.

Tað er ikki av tilvild, at OECD tekur náttúrutilfeingi fram í niðurstøðuni. Tað hevur verið afturvendandi í kjakinum um hví summi lond sum á nógvar mátar líkjast, hava rættiliga ymisk úrslit í altjóða samanberandi kanningum av útbúgving, og náttúrutilfeingi er ein munur, sum hevur kunnað givið part av frágreiðingini.

Greinararnir hjá OECD eru tí farnir at hyggja nærri eftir, hvussu stórur partur av búskapinum er tilfeingisrenta (virði, sum natúran skapar) og hvussu tað varierar við úrslitini hjá londunum í PISA. (Fyri at fáa eitt størri datasett enn tey 65 londini í PISA 2009, hava tey eisini brúkt data frá eini aðrari altjóða skúlakanning, TIMSS, sum tey hava roknað um til PISA-stigan fyri at brúka data í somu greining.)

Og fram kemur ein rættiliga greiður samanhangur millum, hvussu stórur partur av samlaða búskapinum er tilfeingisrenta, og hvussu londini standa seg í PISA/TIMSS:
The correlation between the share of natural resource rents in GDP and performance on PISA is -0.433 and statistically significant at the 99.9% confidence level. The correlation remains statistically significant at the 99.7% confidence level even after accounting for differences in national income.
Also: ein korrelatión uppá -0.433, og greitt statistiskt signifikant, bæði tá vit taka hædd fyri hvussu rík londini eru og tá vit ikki gera.

Tá variabulin vit kanna, tilfeingisrenta sum partur av búskapinum, bara er ein variabul av mongum, sum ávirka, hvussu væl kemur burturúr í útbúgvingarskipanini (og londini klára seg í PISA/TIMSS), og fyri eina samanbering av einum so kompleksum spurningi sum úrslit í PISA og við so nógvum londum í samanberingini er ein korrelatión uppá 0.433 rættiliga nógv.

OECD hevur gjørt ein graf, sum avmyndar tilfeingisrentu úteftir og PISA-úrslit uppeftir. Eg havi teknað Føroyar inn í sama graf frámerkt við gulari stjørnu:

Altjóða samanberingar vísa, at lond við nógvum natúrresursum,
hava vánalig úrslit í skúlanum. Kelda OECD (tøl frá PISA og TIMSS).

Vatnrætta strikan á 450 PISA-stigum og lodrætta strikan á 6.02 pct avmynda miðal fyri øll londini í samanberingini.

Føroyar eru teknaðar við PISA-úrslitum 2009 (sí frágreiðing her, ella beinleiðis link), har føroyskir næmingar hava 448 PISA-stig í miðal í støddfrøði, og við at eg havi sett tilfeingisrentuna til 10 pct av BTÚ. Hetta seinna er leyslig meting, har eg havi rundað av eftir at dividerað eina góða miljard í tilfeingisrentu (fiskivinnan og alivinnan íalt) við BTÚ uppá umleið 13 miljardir. Ein miljard frá fiskivinnuni er leysliga metingin hjá Hermann Oskarsson, og helst er tað minst tað.

Tom Friedman, klummuskrivara hjá New York Times, skrivaði fyri skjótt einum ári síðani um hesa samanbering av londum og við tilfeingisrentu inni í myndini, og hevur hann í tí sambandi tosa við Andreas Schleicher, ið vegna OECD hevur ábyrgd av øllum PISA-projektinum. Schleicher sigur, at
The results indicated that there was a significant negative relationship between the money countries extract from national resources and the knowledge and skills of their high school population,
Also: pengar, sum lond fáa frá náttúrutilfeingi, hava eftir hesum úrslitum at døma, signifikant negativt árin á vitan og førleikar hjá skúlanæmingunum.

Schleicher nevnir serliga Singapore, Finland, Suður Korea, Hong Kong og Japan sum lond við góðum úrslitum í PISA og lítið av náttúrutilfeingi, meðan Qatar og Kazakhstan hava størst resursurentu frá olju, og fáa vánaligast úrslit í PISA. Nøkur lond sum ikki eru í PISA vísa líknandi úrslit í TIMSS og eru við á myndini.

Trý lond bróta eitt sindur frá mynstrinum við at standa seg væl í PISA, hóast tey hava nógv náttúrutilfeingi, og Schleicher nevnir Canada, Australia og Noreg. Hann hevur eina møguliga frágreiðing uppá, hví so er:
all three countries have established deliberate policies of saving and investing these resource rents, and not just consuming them.
Also: øll trý nevndu londini hava politikk, sum skal forða fyri at tilfeingisrentan fer til nýtslu í vinnuni ella hjá tí almenna. Í staðin verður tilfeingisrentan drigin inn, spard upp og investerað.


Sigur tað nakað um Føroyar?

Eg havi sum nevnt teknað Føroyar inn á myndina hjá OECD. Har liggja Føroyar á umleið miðal 450-stigum í PISA, og er hetta miðal av øllum londum, men væl lægri enn miðal fyri OECD-londini, tí stigin eru gjørd soleiðis, at miðal fyri OECD-londini er 500.

Føroyar liggja sostatt væl undir miðal av teimum londum, sum Føroyar vilja vera partur av: modernað og vælment lond. Føroyar hava eisini meira náttúrutilfeingi enn miðal, ja út við tvær ferðir miðal.

Myndin vísir, at bara tvey lond, Australia og Noreg, sum hava meira enn miðal av náttúrutilfeingi (t.e. høgrumegin lodrættu strikuna), megna at koma upp á umleið 500 ella meira á PISA-stiganum. Hesi bæði londini hava eins og Canada, sum er millum bestu londini í PISA, ein vinnupolitikk, har man roynir at forða fyri at tilfeingisrentan skeiklar búskapin, við at samsvar ikki er millum virðisøking og forrenting til íleggjarar og arbeiðsmegi. Tilfeingisrentan -- um hon ikki verður kravd inn -- tilskundar kradding og minkar virðisøkingina, og er sostatt ikki einans ein fordeilingsspurningur, men minkar eisini búskaparvøksturin og ger landið fátækari. Og eftir úrslitinum, sum her eru framløgd at døma, verður landið ikki bara fátækari búskaparliga, men eisini útbúgvingarliga og vitanarliga.

Skeiklingin av búskapinum kemur av vánaligari umsiting av náttúrutilfeinginum har man ikki hevur eina sterka politiska og umsitingarliga skipan, ið megnar at standa ímóti lobbyismu og trýsti frá vinnuligum seráhugamálum, sum vilja kradda tilfeingisrentu undir seg, heldur enn at skapa virðisøking. Skeiklingin er ikki bara ein møgulig forkláring uppá, at skúlaskipanin gevur vánalig úrslit í hesum londum, men verri úrslit útbúgvingarliga er akkurát tað man eigur at vænta. Stór tilfeingisrenta kann hugsast at hava negativ árin útbúgvingarskipanina uppá nógvar mátar, mest upplagt er, at tað fyri tann einstaka ikki loysir seg so væl at fáa sær útbúgving, sum tað annars eigur, tí útbúgving kappast um fólk og talent við vællønt lágproduktiv størv sum dúva uppá at fáa lut í tilfeingisrentuni. Skeiv umsiting av tilfeingisrentuni ger nøkur ríkari, men samfelagið sum heild blívur tað ikki. Partvis tí tilfeingisrentan verður søplað burtur, og partvís tí orkan verður løgd í kappingina um tilfeingisrentuna, kradding, heldur enn í virðisøking. Hetta er ein av mongum orsøkum, at búskaparfrøðingar og onnur ofta tosa um "forbannilsi av natúrtilfeingi".

Myndin vísir eisini, at Føroyar liggja longu ovaliga í samanbering við lond við tilsvarandi virði av natúrutilfeingi í mun til samlaða búskapin.

Tann keðiliga nýggjheitin her er tí, at vit kunnu vænta, at tað verður trupult at fáa nógv frægari úrslit í PISA enn tað sum kanningin í 2009 vísti, uttan so at umsitingin av tilfeinginum verður broytt, t.e. at tilfeingisrentan verður drigin inn og fer til íløgur ella verður brúkt á annan hátt sum ger kappingarførið betri, heldur enn at fyritøkurnar sleppa at søpla tilfeingisrentuna burtur.

Tann góða nýggjheitin er so, at tað eru helst ikki føroyskir næmingar, sum eru býttari, ella føroyskir lærarar, sum eru vánaligari, enn teir eru í londum, vit vilja samanberast við. Tað er kanska ikki ein gang útbúgvingarpolitikkurin, sum ikki er nóg góður. Tað er kanska vinnupolitikkurin. Tað er fiskurin.

Fiskurin ger, at føroyingar síggja út sum nakrir toskar. Men tað kann broytast: Skulu Føroyar nærkast 500 í PISA (miðal fyri OECD-londini) so skulu fiski- og alivinnan rinda fult tilfeingisgjald.

Ingen kommentarer: