Sider

tirsdag den 29. januar 2013

Ogn Føroya fólks - í miðlunum í gjár og í dag

Tað byrjaði á vágaportalinum um vikuskifti. Upprit frá Jacob Vestergaard um nýggjan fiskivinnulóggávu er likið, upprit ið skuldi á landsstýrisfund mánadag fyrrapart. Eisini Tórbjørn Jacobsen skrivaði grein um tað sum var likið út um uppritið.

Útvarpið hevði so fingið frænir av, at ein áseting var "Eingi áramál á fiskirættindi". Við útvarpið segði JV í gjár:
Uppskotið merkir ikki, at fiskiríkidømið verður lutað vinnuni fyri allar ævir.

Mín viðmerking á facebook var:
Jú, tað er akkurát tað, tað merkir, og tí er henda ætlan eisini brot á mannarættindini.
Eitt løgting í 2013 kann ikki avgera, at ein litil hópur av ávísum føroyingum skulu hava eina gávu uppá 1 miljard um árið frá 2018 at rokna, meðan hinir føroyingarnir skulu arbeiða fyri sína løn. Hvat hugsa tey fyri sær?

Og víðari:
Frá 1. januar 2018, tá verandi fiskiloyvi ganga út, eiga allir føroyingar at hava javnbjóðis møguleika at gagnnýta fiskatilfeingið - fólksins ogn - vinnuliga.
Tað eigur ikki bera til, at ein landsstýrismaður í 2013, sleppur at geva nøkrum útvaldum fyrimun.

N-Jón Ellendersen fann fram og deildi á facebook eina grein, Chile på våg att anta kritiserad fiskelag, ið eg eisini deildi við hesum viðmerkingum:
Hugtakið "fólksins ogn" er als ikki eitt føroyskt uppfinnilsi. Hetta er eitt altjóða viðurkent hugtak, sum ásetir, at nátturutilfeingi skal gagnnýtast allari tjóðina at frama, og ikki latast útvaldum elitum ella vinum og kenningum hjá politiska valdinum.
Jacob Vestergaard heldur at "fólksins ogn" skapar misskiljing. Als ikki, tað er bara hann og hansara flokkur, sum ikki vil viðurkenna, at Føroya fólk eigur náttúrutilfeingi í Føroyum.
Í Chile hevur ein 'Fiskekommissionens förslag som:
"...fastlår att landets fisketillgångar och akvatiska resurser tillhör alla chilenare." '
Men eisini har eru korruptir politikarir, sum Jacob Vestergaard, eisini har er politiska valdið í lummanum á sterkum kapitaláhugamálum, so tey royna eisini har at avreiða fólksins ogn til kapitalistisku elituna.

Tað spískar nú av álvara til!

Góðan morgun Føroyar hevði tveir eygleiðarar í útvarpsstovuni í morgun- Hermann Oskarsson, búskaparfrøðing, og Kára á Rógvi, løgfrøðing, at tosa um hugtakið fólksins ogn.

Í útvarpinum á middegi var Poul Michelsen úti við hvøssum atfinningum móti uppritinum hjá Jacob Vestergaard. JV megnaði sera illa at svara.

Mín viðmerking var stutt:
So kom Jacob Vestergaard úr skápinum. Hann ræðist marknaðarbúskap.

Í Degi og viku vóru Páll á Reynatúgvu og Jacob Vestergaard við kjakborðið hjá Boga Godtfred og viðgjørdu uppritið, herundir serliga tíðarskeiðið fyri rættindini og hvussu tilfeingisgjald skal krevjast inn.

Aftur hevði eg stutta viðmerking:
Bogi Godtfred kom heilt hampiliga væl frá kjakinum í kvøld.
Og Jacob Vestergaard ánar einki um búskap.

Sum bleiv útgreinað í seinni viðmerkingum:
Fíggingarstovnar vilja hava trygd fyri lánum, og er tað eitt argument fyri langtíðarloyvum í fiskivinnuni.
Men tað manglar ikki kapitalur í fiskivinnuni. Trupulleikin er tvørturímóti, at fiskivinnan hevur ov stóra skuld.
So ger loyvini stytri, so verður tann trupulleikin í hvussu er minni.

Og sum svar uppá at eitt brot úr kjakinum millum Jacob og Páll varð deilt á facebook við speiskum viðmerkingum, hevði eg at enda hesa viðmerking:
Tá Jacob Vestergaard í Degi og viku tosaði um marknaðarbúskap og lýsti tað við at man avtalar prís, so var tað sum so ikki heilt við síðuna av, sum fleiri vilja vera við her á facebook í kvøld.
Tað sum er misskiljingin hjá JV er, at prísurin skal avtalast millum tveir partar, har annar vil hava hann so høgan sum gjørligt og hin vil hava hann so lágan sum gjørligt.
Trupulleikin við fiskivinnupolitikkinum hjá Fólkafl er, at bæði keypari (reiðararnir) og seljari (Fólkafl) vilja at prísurin skal vera so lágur sum gjørligt.
Marknaðarbúskapur fungerar rættiliga væl fyri tað mesta. Men tá korruptir fólkaflokspolitikarar koma uppí, so fer prísmekanisman úr gildi.

Áðrenn tað var songartíð var hóskandi at endurgeva úr Uppskot til løgtingslóg um Stjórnarskipan Føroya (Løgtingsmál 11/2010)
§ 24. Tilfeingi og umhvørvi
(1) Myndugleikarnir varða um tilfeingi landsins.
(2) Tá vunnið verður úr landsins tilfeingi, skal landið antin krevja viðurlag ella tryggja øllum vinnurætt.
(3) Margfeldið á landi og á havleiðum landsins, sum privat ikki eiga, er tilfeingi og ogn fólksins.
(4) Landið tryggjar, at bæði almenna og privata tilfeingi landsins verður umsitið á sjálvberandi hátt við umsorgan fyri umhvørvinum.

Góða nátt.

Ingen kommentarer: