Sider

mandag den 7. januar 2013

Skeiv prioritering í vinnu- og fiskivinnupolitikkinum

Ferð eftir ferð verður ført fram av fólkaflokspolitikarum og her serliga Jacob Vestergaard, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, at tað er vigtugt at vinnan tjenar pengar. Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, segði tó akkra tað sama í kjaki á Jobmatch 2012.

Tað fær meg at tríva aftur í eitt gamalt innlegg á kjak.org (frá 3. apríl 2012), sum eg kom fram á henda dagin. Tað byrjar við at eg staðfesti:
  • "vinnan skal hava tað gott" -- er ein búskaparliga skaðiligur tankagangur.
  • "vinnan skal tjena pengar" -- er líka skaðiligt.

Tað er ikki tí tað er nakað galið við at vinnan hevur tað gott. Ella við at vinnan tjenar pengar. Men tankagangurin byggir á eina misskiljing, sum kemur fyri hjá teimum sum politiskt vilja umboða vinnuna, og ikki skilja, at tað er als ikki tað sama sum samfelagsáhugamál, og ofta mótstríðandi áhugamál.

Tað skal ikki síggjast sum eitt samfelagsproblem, at vinnan skal tjena pengar ella hava tað gott. Vinnan skal sjálv skapa virði, og arbeiðsmegin og kapitalapparatið deila virðisøkingina. Inngongur tilfeingisnýtsla, skal tilfeingiseigarin eisini hava sín part av samlaða virðinum.

Hvussu stóran part hvør skal hava, verður best avgjørt á einum marknaði. Parturin til løntakarar á arbeiðsmarknaðinum og gjøgnum lønarsamráðingar. Parturin hjá tilfeingiseigaranum gjøgnum onkra marknaðarskipan, sum tillutar tilfeingið til tey sum vilja rinda mest fyri tað, tí tey megna fáa mest virðisøking burtur úr.

Tað ringasta við "vinnan skal hava tað gott"-tankagongdin er eisini, at tað plagar at merkja, at sjálvir kapitalistarnir skulu hava tað gott. Og so blívur tað heilt absurd, tí tað viðførir, at tað almenna skal tryggja teimum sum gera íløgur ein vinning, í staðin fyri at tað er nakað sum verður avgjørt av, um kapitalistarnir gera íløgur sum skapa virðisøking ella ei. Avleiðingin av slíkum politikki í longdini er ómetaliga skaðiligur, tí íløgur verða gjørdar fyri at fáa vinning frá politisku skipanini og ikki frá virðisøking.

Hasin skeivi og skaðiligi tankagangur ger, at heilt nógvir politikarar halda, at almennar pengar til vinnuna geva inntøkur, meðan útreiðslur til vælferð er ein útreiðsla. Hetta er tað vit síggja sera útbreitt í verandi samgongu, um vit lurta eftir hvussu býtt teir argumentera. Búskaparfrøðiliga er hetta møsn, og tað rætta er næstan beint øvugt. Útreiðslur til vinnuna eru og vera útreiðslur á onkran hátt, sum oftast enda í verri kappingarføri. Summar vælferðarútreiðslur er reelt útreiðslur, pensjóns- og eldraøki er tað í ávísan mun, men hetta er ein partur av sosialu kontraktini í samfelagnum, og er við til at forða fyri ógvusligum fátækradømi, sum skaðar samfelagið á aðrar mátar. Ein avleiðing av færri eldraheimsplássum vil vera, at arbeiðsmegin minkar, tí nógv, serliga kvinnur, fara heim at taka sær av teimum gomlu. Heilt nógvar vælferðarútreiðslur eru íløga, sum vinnur seg innaftur fleirfalt, fyrst og fremst gransking og útbúgving. Aðrar vælferðarútreiðslur eru ein búskaparliga meira effektivur máti at brúka pengarnar, enn um tað skuldi verið á einum marknaði, har hvør skuldi taka sær av sær sjálvum og sínum, og her er almenna heilsuverkið fyri øll eitt gott dømi. Alternativið er tryggingarbaserað fígging, og allar royndir vísa, at tað er nógvar ferðir dýrari og drenar búskapin fyri resursir og oyðileggur kappingarføri hjá vinnuni.

Ingen kommentarer: