Sider

mandag den 19. august 2013

Meiningsleysa Búskaparráðið dumpar - fyri aðru ferð

Hetta er aðru ferð, almenningurin hoyrir frá hesum Búskaparráðnum (BR), og tey dumpaðu eisini seinast.

Eitt BR, sum ikki uppá standandi fót kann siga rættiliga nógv fornuftigt (og brúkiligt) um fyrimunir og vansar við at gera Skálafjarðartunnilin alment ella privat, men tvørturímóti sigur, at "so tekur tað mánaðir áðrenn vit kunnu koma við analysum" -- er ikki kompetent til sína uppgávu og eigur verða skift út.

Í samrøðu, sum in.fo hevur við formannin, kemur fram, at Búskaparráðið hevur ikki tíð at ráðgeva um búskapin, tí tað er upptikið -- av sær sjálvum:
Vit hava meira enn nokk at sæð til at reetablera ráðið aftaná at tað bleiv umskipað.
(Sverri Hansen, formaður í Búskaparráðnum)

Eg havi tosað við nógvar, og millum búskaparfrøðingar er stór undran um meiningsleysa Búskaparráðið. Eg kann (við loyvi) taka tvey dømi um, hvat búskaparfrøðingar halda um at BR ikki hevur nakra meining um eitt so upplagt og búskaparfrøðiliga einfalt mál:
BR skal koma við tilmælum um at optimera samfelagsvinningin. Í hesum føri tískil so lágan kostnað sum gjørligt fyri at koyra ígjøgnum tunnilin, so arbeiðsmegin t.d. er so mobil sum gjørligt. Liggur til høgrabeinið hjá BR at koma við einum tilmæli í hesum føri... (Róar Akralíð)
og
Akkurát. Men hann sigur akkurát einki. Hvat skal man við eini konjunkturfrágreiðing, sum sigur at BTÚ kanska veksur 2 ella 3 pct. men ikki kann siga nakað um hvat skapar størsta vøksturin? (Djóni Højgaard)

Formaðurin í BR sigur í somu samrøðu við in.fo, at almennur ella privatur Skálafjarðartunnil og at velja millum tey 4-5 uppskotini er ein politiskur spurningur og ikki ein uppgáva hjá Búskaparráðnum. Hetta gevur onga sum helst meining! Heldur Sverri Hansen, at eitt mál heldur uppat at vera ein fakligur spurningur, bara tí tað er til politiska viðgerð?

At ráðgeva er ikki at velja, men at geva teimum sum velja góð ráð og at hjálpa teimum at skilja tey ymsu atlitini, sum fyrilit skal takast fyri.

Eitt ráðgevandi ráð, sum ikki dugir at geva ráð, hava Føroyar ikki ráð til. Eitt Búskaparráðið við ongari meining er meiningsleyst.

Ingen kommentarer: