Sider

søndag den 14. oktober 2012

Meira um skeiva finanspolitikkin

At IMF hevur ásannað at kontraktivur finanspolitikkur í djúpum lágkonjunkturi/kreppu hevur nógv størri skaðiliga ávirkan á búskapin enn tey hildu, hevur verið nógv viðgjørt á búskaparbloggunum hesa vikuna, og hvørjar avleiðingarnar eiga verða fyri finanspolitikkin. Jonathan Portes, sum eg endurgav fyrradagin, minnir á nakað hann skrivaði fyri hálvum ári síðani:
Clearly long-run solvency is also essential. But, in Spain and Italy, trying to hit arbitrary short-run deficit targets, as proposed by the European Commission, is likely if anything to be counterproductive to the objective of long-run sustainability.

Akkra slíkar tilvildarliga valdar freistir, sum onkur (Moody's?) hevur billað føroyskum politikarum inn er ein skilagóður máti at føra finanspolitikk.
  • "Javnvág í 2015", ella
  • "Yvirskot í 2016".
Slíkar sloganlíknandi útmeldingar eru tvørturímóti ein forðan fyri skilagóðum politikki -- og er serliga ein forðan fyri at hava eitt skilagott og tiltrongt kjak um skeiva finanspolitikkin.

Ingen kommentarer: